- Eingin avgerð verður tikin í óðum verkum.
Tað staðfestur Karstin Hansen landsstýrismaður í heilsumálum.
Í tveimum umførum hevur Heilsumálaráðið lýst starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum leyst, men báðu ferðina var bara ein umsøkjari.
Ein meiriluti av setanarnevndini metti ikki, at umsøkjarin var skikkaður til starvið og mælti frá at seta hann í starv.
- Eg fylgdi tilmælinum. Men at so Lítil áhugi er fyri starvinum, reisir fleiri spurningar, sum eg vil hava lýstar og svaraðar, áðrenn onnur stig vera tikin, sigur Karsten Hansen.
Tí hevur hann umrøtt møguleikan at endurskoða leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
Tað fekk felagið hjá yngri læknum at gera vart við seg og í hvassorðaðari yvirlýsing í gjár, átalaði felagið, at róð verður framundir, at eingin lækni skal vera í ovastu leiðsluni.
Tað fer felagið ikki at góðtaka og hendir tað, fara vit at umhugsa at seta tiltøk í verk, segði formaðurin í felagnum fyri Yngri læknar, Jan Rasmussen.
Karsten Hansen sigur, at nú fer hann at viðgera leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
- Tað seg um at finna fram eina loysn, sum er minst líka góð ella betri fyri tænastuna til sjúklingarnar, sigur hann
- Eingin avgerð verður tikin í óðum verkum. Sum vanligt er í málum sum hesum, fari eg viðgera spurningin gjølla saman við avvarðandi pørtum, eitt nú sjúkrahúsleiðsluna, Læknafelagnum, Serlæknafelagnum, Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Felagnum fyri yngri læknar og øllum øðrum fakbólkum, sum starvast á Landssjúkrahúsinum, sigur landsstýrismaðurin.