Heðin Mortensen
Stýrisformaður í Kommunusamskipan Føroya
í Endamálið hjá landsstýrinum við Visjón 2015 er at styrkja grundarlagið undir føroyska vælferðarsamfelagnum. Hesum tekur Kommunusamskipan Føroya (KSF) fult undir við. KSF umboðar uml. 70 % av íbúgvunum í Føroyum, og tí tekur KSF sjálvsagt virknan lut í øllum arbeiði at menna samfelagið sum heild.
KSF heldur, at samfelagið eigur at verða skipað greiðari og smidligari, og neyðugt er tí við greiðum ábyrgdarbýti millum land og kommunur. KSF leggur eisini stóran dent á, at kommunurnar skulu umsita tær uppgávur, ið beinleiðis eru viðkomandi fyri borgaran, tí kommunurnar eru betur førar fyri at nøkta ynski og krøv borgarans enn landið.
Fortreyt fyri hesum er eyðsæð burðardyggar kommunueindir, sum hava førleika at taka ímóti uppgávunum. Hetta hevur landsstýrið somuleiðis staðfest við kommunuálitinum.
KSF hevur samsvarandi hesum arbeitt áhaldandi við at fyrireika limakommunurnar til at taka ímóti størri umsitingarligum uppgávum. Eitt nú hevur KSF arbeitt við umfevnandi arbeiðsætlan, har mál verða sett fyri yvirtøkum av uppgávum og menning av umsitingarliga førleikanum úti í kommununum at røkja uppgávurnar.
Tí er tað ørkymlandi, at landsstýrið í ólavsøkurøðu løgmans onga ítøkiliga ætlan hevur um útlegging av uppgávum til kommunurnar. Ei heldur er nøkur ætlan um at skipa eina útleggingartilgongd at finna. Vit sakna eitt nú á útbúgvingar- og mentamálaøkinum ítøkiligar ætlanir um greiðari ábyrgdarbýti um fólkaskúlan, musikkskúlan, frítíðarundirvísingina, fólkabókasøvnini og bygdasøvnini. Á almanna- og heilsumálaøkinum sakna vit ætlanir serstakliga um eldraøkið.
Hetta eru alt týðandi øki úr rúgvuni, ið KSF í fleiri ár hevur strongt á landsstýrið um at fáa lagt út til kommunurnar at umsita. Tað undrar tó KSF, at landsstýrið í ólavsøkurøðuni tykist hava lagt allar ætlanir um útlegging av uppgávum til kommunurnar til viks.
Landsstýrið boðar tó í ólavsøkurøðuni frá, at ætlanin er at dagføra lógina um sjálvbodna kommunusamanlegging til tess at fáa eintýdda áseting av, hvørjar kommunalu eindirnar í framtíðini skulu vera, antin talan verður um samstarv ella samanlegging.
Hetta kann vera signal til kommunurnar um at fyrireika seg til komandi útleggingar. Vónandi er tað so. KSF er ikki í iva um, at útlegging av uppgávum til kommunurnar er lykilin til skipan av burðardyggum kommunueindum, sum aftur er grundarlag fyri einum betri skipaðum samfelag og betri tænastu til borgaran í einstøku kommununi. Tí er trupult at skilja, hvørjum landsstýrið bíðar eftir.
Tað er alneyðugt, at landsstýrið nú av álvara setur gongd á arbeiðið at fyrireika og fremja útleggingar. Tað er eisini alneyðugt, at landsstýrið í størri mun enn nú tekur kommunurnar við í lógarfyrireikandi arbeiðið frá byrjan. Í hesum er KSF altíð til reiðar at taka tøk saman við landsstýrinum.