Takið heldur í egnan barm og latið embætisfólkini fáa frið!

Sum orðatakið sigur, so er ósiður at traðka á liggjandi mann,. Og hetta átti at verið við til at hildið mær aftur í at funnist at Javnaðarflokkinum í hesum døgum, Men tá ið fyrst Jóannes Ejdesgaard og síðani John Johannesen koma fram á skermin og siga at tað sum stendur í Òlavsøkupakkanum um pensjónir ikki er uppskot frá Javnaðarflokkinum, men bara eitt uppskot frá einum embætisbólki, so er tað beinleiðis ósatt.

Jóannes Ejdesgaard arbeiddi í 8 mánaðir við at fáa semju um Ólavsøkupakkan. Og at enda fekk Jóannes ABC samgonguna samda um eitt orðaljóð, sum ljóðaði soleiðis.: ”løgtingið tekur undir við, at útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010 verður 4.643 mió. kr. Løgtingið tekur eisini undir við, at tey virskiskapandi tiltøk, bygnaðarlig tiltøk og rakstrartiltøk, ið nevnd verða í hjálagda uppskoti, nevnt Ólavsøkuuppskotið, øll verða framd.

 

Hesi ”øll”, sum JE biður Løgtingið loyva sær at fremja, eru nógv í tali. Eitt av teimum er pensjónsnýskipanin. Og um hana sigur Jóannes Ejdesgaard í viðmerkingunum, at ”fíggjarlógin fer at merkja avleiðingarnar av eini nýggjari pensjónsskipan. Broytingarnar stava frá broyttari mótrokning, øktum skattainntøkum, persónligari uppsparing, hægri pensjónsaldri og lægri javning av almennum pensjónum. Allar inntøkur eru fult tiknar við frá 2010, t.v.s. at longu frá 2010 broytist mótrokningarskipanin, allar almennar pensjónir verða skattaðar, allir pensjónistar fáa skattafrádrátt, lægri javning av almennum pensjónum, og í 2012 hækkar pensjónsaldurin við einum hálvum ári.

 

Tá tað verður tikið sum givið, at útreiðsluøkingin orsakað av hækkandi tali av pensjónistum, verður

tikin við á fíggjarlógina, er tað ein sjálvfylgja so at taka við avleiðingarnar av pensjónsskipanini við á fíggjarlógina. Tað ber í sær, at í 2010 verða útreiðslurnar 25 mió. kr. lægri, og í 2014 verða tær 85 mió. kr. lægri. Tað er tó tann givna fyritreyt, at nýggja pensjónsskipanin verður samtykt og fær fullan virknað frá 1. januar 2010.”

 

Ár 2010 2011 2012 2013 2014

Sparing (mió. kr.) 25 30 65 75 85

 

 

 

Hetta var tað sum formaður Javnaðarfloksins mælti løgtinginum til at taka undir við.

 

Eftir 1. viðgerð, og eftir eina jaliga viðgerð frá framsøgufólkinum hjá Javnaðarflokkinum, komu reaktiónirnar úti í samfelagnum. Nú vaknar Javnaðarflokkurin og sigur seg als ikki taka undir við hasum pensjónsuppskotinum. Og forrestin siga tey, at hatta er heldur ikki uppskot frá landsstýrinum. Hatta eru nøkur embætisfólk úti í fíggjarmálaráðnum, sum eru komin við hasum... Hallo hallo! Embætisfólk úti í fíggjarmálaráðnum eru komin við so nógvum: tey hava skrivað og roknað út um sjómannafrádrátt, um nettoskattaskipanir, um umhvørvisgjøld, um tilfeingisgjald og um mangt, mangt annað.

Men Javnaðarflokkurin valdi pensjónirnar burturúr. Tað sleppa tit ikki uttanum. Tingmanningin hevur enntá samd atkvøtt ja fyri ólavsøkupakkanum hjá Jóannes, og teimum viðmerkingum sum snúgva seg um at spara í pensjónum.

At man ikki kundu rokna út, at reaktiónirnar blivu so ógvusligar, og veljarakanningin so vánalig. Tað er so nakað annað.

Men takið í egnan barm, og latið embætisfólkini fáa frið.