Tosað verður ikki í mió., men í mia.kr. stórum íløgum til 2. og 3. generaratións samferðslukervi til útvald miðstaðarøki í landinum.
Framburður og framstig eru loysunnarorðini fyri hesi øki. Onnur øki sleppa at liva sítt egna lív í friði og náðum, meðan eitt øki er, sum er fyri beinleiðis ágangi.
Um Suðuroyarfjørð verður ikki tosað um framstig ella framburð. Nei, her søkja tey at tí vánaligasta sambandinum í landinum og ætla at gera tað verri, enn tað er.
Meðan stríðst verður við at gera gott , har gott er, skal Suðuroyggin niður við nakkanum, kosta hvat kosta vil.
Undan løgtingsvalinum góvu allir flokkar lyftið um at fremja Suðuroyarætlanina. Hon kom sjálvandi við í CHE-samgonguskjalið, men síðani var hon slept.
Ikki eitt einasta vega- ella tunnilsstrekkið er sett út í korti í Suðuroynni av 6 ára gomlu ABC-samgonguni.
Ikki so frægt sum ein króna er játtað til verju, har havið etur burturav bygdaløgunum, eitt nú í Fámjin og Sumba.
Samstundis sum sjálvtøkur til byggitilfar verða settar upp, eitt nú í Hundsarábotni, har einki grót er eftir, verður grótbrotið í Porkeri, har tað besta gróti liggur, latið aftur, og allir mans sendir til hús.
Byggitilfar fæst ikki longur í Suðuroynni, og samstundis sum tað arbeiðandi fólki í Suðuroy varð sent til hús, varð lýst eftir fjølmiðlafólki til eina heila tíðindadeild í Havn á hesum stovni.
Sum skilst, so er landsstýrið komið til sættis um, at Suðuroyggin og suðuroyingar burturúr øllum føroyingum skulu hava ein yvir nakkan, kosta hvat, íð kosta vil, samstundis sum øll verðsins “finn upp á” størv verða skipað í Havn.
Farið varð til val upp á, at gera tað betri, men nú verða ítøkilig stig tikin til at gera tað verri.
Lyftini um at fjálga um og gera tað liviligari í útjaðaranum eru horvin.
Bygdamenning er strikað úr politiska orðaskiftinum, og teir veikastu samfelagsbólkarnir og tey veikastu samfelagsøkini eru nú offur fyri álopsryðjum av higartil ókendum slagi.
Fyri at bøta um undirstøðukervið tóku vit stig til at dagføra Suðuroyarleiðina fyri tíggju árum síðan. Nú er vent í holuni.
Samstundis, sum oljuprísurin er ávegis niður á 30 dollarar tunnuna, verður boðað frá, at Smyril verður lagdur stillur stóran part av samdøgurðinum.
Samstundis sum oljan fer í botn, fer Smyrlasiglingin sama veg.
Skerdir flutningsmøguleikar eru ein drepandi mønustingurin fyri tey virki, sum enn royna at hóra undan her í útjaðaranum.
Í somu løtu tey fyrstu leysatíðindini bórust um at æðraláta Suðuroyarleiðina, lat Fiskavirking í Vági aftur.
Einki fiskaarbeiði hevur verið á Fiskavirking í Vági nú í samfullar fimm vikur.
Samstundis sum milliardaupphæddir skulu brúkast til at gera tey góðu sambondini enn betri, fara tey nú inn á fíggjarlógina við greiðum boðum um, at tað skal ikki loysa seg at búgva og virka í Suðuroynni.
Tað tykist ikki nerva nakran, at ein heil familja flytir úr oynni um mánaðan.
Hóast kapasiteturin er ov lítil sum er, og 20, 30 og fleiri bilar javnan noyðast heimaftur av Busatanga, tí báturin er ov lítil, og túrarnir ov fáir túrar, so skal skerdi kapasiteturin skerjast enn meira.
Suðuroyarlandsstýrisfólkini halda nú, at ráð eru ikki til at halda landsvegin til Suðuroyar opnan, og ætla sær nú at steingja hendan eina vegin meginpartin av samdøgurðinum.
Kostprísurin umborð er longu hækkaður við eini 30%, og aðrar príshækkingar - á ferðaseðlum og farmi - eru ávegis.
Boðskapurin er greiður. Tað skal við vold og makt gerast verri, dýrari og torførari at búgva í Suðuroynni, samstundis sum tað skal gerast betri, bíligari og høgligari at búgva í miðstaðarøkinum.
Vit kenna aftur hesa ørkisleysu jagstranina eftir pensjonistum og veikum samfelagsbólkum, nú farið verður eftir stórsta og veikasta útjaðaranum.
Vikutúratalið við Smyrli liggur niðanfyri dagliga túratali á øðrum leiðum, men kortini er tað hesum eina fárinum hjá tí fátæka, ið farið verður eftir.
Hetta ljóðar alt sum ein óndur dreymur, men so er ikki.
Vælsignaða samgonga!
Takið høvdið undan arminum aftur, og latið vera við at bróta niður, har bygt er upp, og nøkunlunda liviligt er !