Take That: Sarah gloymd um tríggjar dagar

Tá ið stjørnurnar í Take That í gjárkvøldið hittu donsku miðlarnar, høvdu teir ikki góðar vónir fyri nývalda X-Factor vinnaranum. Teir mettu, at Sarah er gloymd um tríggjar dagar. Danskir miðlar skriva, at Take That gjørdu greitt, at neyvan fer Sarah at gerast ein framtíðar songkvinna í Danmark.

 

Teir spurdu miðlarnar, hvussu nógvir av undanfarnu X-Factor vinnarunum framvegis hava týdning í danska tónleikaheiminum.

 

Og svarið frá miðlunum var júst tað, sum Take That væntaðu - nevniliga eingin.

 

Tí var greiða niðurstøðan hjá teimum, at slíkir vinnarar skulu njótast meðan á stendur, men eftir X-Factor ljósini eru sløkt, er eingin teirra, sum megnar at halda seg á toppinum.

 

Robbie Williams helt eisini, at Sarah var ógvuliga ræðandi. Hann tók skemtandi til, at hon mest av øllum líkist kvinnuni frá ?Mænd der hader kvinder?.

 

Kelda: bt.dk - eb.dk