Take That og kvinnurnar

Dreingjabólkurin Take That smæddist ikki burtur millum konufólk, tá teir høvdu sína stórtíð í 90'unum.

Bólkurin varð herfyri savnaður til upptøkurnar av eini sjónvarpssending, og har greiddu teir frá, hvussu teir fingu hópin av konufólkum á vitjan eftir sínar konsertir. Besti býurin, sum bólkurin visti um at spæla í, var Amsterdam. Einasti sangarin í bólkinum, sum ikki var til staðar, tá sjónvarpssendingin varð tikin upp, var Robbie Williams, og hinir limirnir í bólkinum høvdu heldur ikki nógv gott at bera honum.