Take That missir ein lim

Bólkurin heldur á sum trio.

Tann 44 ára gamli Jason Orange, ið sæst uttast til vinstru á myndini, hevur gjørt av at fara úr bólkinum Take That.

 

Hann sigur seg hava havt hug at fara ur bólkinum síðani 2011.

 

Take That komu fram síðst í áttatiárunum, og gjørdust ein sonevndur drongjabólkur, ið náddi heilt upp á tónatindarnar í 1989 og 90 á árini eftir hetta.

 

Teir fimm limirnir vórðu settir saman, og Jason Orange sermerkti seg serstakliga sum góður dansari.

 

Hann hevur ongantíð, mótvegis fleiri av hinum limunum, roynt at skapa sær eina sangyrkisleið á egnum beinum.