Take That hitta aftur

Afturí afturkoman hjá størsta dreingjabólkinum nakrantíð Take That, gongur munandi betur enn nakar hevði torað at spátt. Nýggja fløgan Beutiful World er farin beint inn á ovastu rók á enska sølulistanum, eisini á stakfløgulistanum halda Take That við lagnum Patience fast í ovastu rók, aðru viku á rað.

Á fløgulistanum er tað serliga Il Divo, ið bjóðar av við fløguni Siempre. Meðan stór nøvn sum Oasis, Westlife og The Beatles eisini vilja sleppa upp í part.
Á stakfløgu listanum er tað serliga Akon ft. Eminem, ið bjóða av við lagnum Smack That.
Gennaro Castaldo úr tónleikaketuni HMW sigur við enska blaðið The Sun, at tað eru fáir bólkar, ið uppliva at liggja ovast á bæði stakfløgu og fløguhitlistanum í senn, og heldur tað vera serliga sannførandi, at Take That megna hetta eftir ein 10 ára steðg.
Hann metur, at Take That liggja væl fyri at enda í nógv virdu støðuna, sum ovasta lag á sølulistanum á jólum, m.a. tí bólkurin í næstum spælir á The Royal Variety Performance og finaluni í The X Factor.