Take Off á fløgu

Spennandi bólkurin Take Off er til reiðar við nýggjari fløgu, sum nevnist Blandað Bomm

Spennandi nýggi føroyski bólkurin Take Off, sum heldur til í Danmark, er á trappuni við fløgu. Fløgan hevur heitið Blandað Bomm og verður á fløguhillunum ein av komandi døgunum.
                      Hans Petur í Brekkunum er ein av oddafiskunum í bólkinum og hann er vælkendur sum bæði dugnalgur saxofonleikari og sangari.                      Hans Petur sigur, at fløgan er á tremur við góðum popp, rock og funk tónleiki, ið óivað kemur at seta dám tónalandslagið í summar, so føroysk oyru hava nakað at gleða seg til.