Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum sigur, at Sambandsflokkurin ikki hevur nøkur definitiv krøv til eitt nýtt samgonguskjal, sum nú skal skrivast. Men hann váttar, at teir tríggir flokkarnir fara at nýta samgonguskjalið hjá gomlu ABC samgonguni sum skabelón til eitt nýtt samgonguskjal.
Til spurningin, hvør verður løgmaður, vil Kaj Leo Johannesen ikki peika á nakran, og vísir á, at málsøkini vanliga er tað seinasta, sum verður býtt, tá farið verður til samráðingar. Men hann sigur eisini, at byrjað verður frá blankum, og at tí standa allir møguleikar eisini opnir.
Tíðin er øðrvísi
Sum vit vita, so slitnaðu samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin í januar mánaði, áðrenn CHE samgongan varð skipað.
Spurdur, um hvat er øðrvísi nú, í mun til tá, sigur Kaj Leo Johannesen, at tíðin er øðrvísi.
- Nú hava vit roynt okkurt annað, sum vísti seg ikki at verða borðbært. Tað sum er mest umráandi nú er at fáa stabilitet og arbeiðsfrið í løgtingsarbeiðið aftur, og tíðin er øðrvísi nú. CHE samgongan er nú roynd, men vísti seg at verða alt annað enn borðbær, og tí fara vit nú at royna aftur, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Blokkurin eingin forðing
Fólkaflokkurin fór til val uppá at blokkurin skuldi verða burtur í 2015, men Kaj Leo Johannesen heldur ikki at hetta verður nøkur forðing fyri einum komandi samstarvi millum flokkarnar.
- Vit fara at koyra meira uppá vinnu- og fíggjarpolitikk nú, og eg haldi ikki at blokkurin verður nøkur forðing fyri at vit kunnu samstarva. Vit vilja fegnir fáa skil á politikkin aftur og fáa raðfest tey bleytu virðini. Tað sum er mest umráandi nú er at fáa arbeiðsfrið og stabilitet aftur, sigur Kaj Leo Johannesen.
Í viðmerking til komandi fíggjarlóg, sum eftir øllum at døma hevur eitt stórt hall, sigur Kaj Leo Johannesen, at Sambandsflokkurin er ikki bangin fyri at taka fat.
- Vit síggja tað sum einna spennandi avbjóðing, og við ræðast ikki at taka fat í fíggjarlógina. Stabilitetur er lyklaorðið, og vit mugu eisini fáa stabilitet í fíggjarpolitikkin aftur. Nú verður byrjað frá blankum og kortini blandaði av nýggjum, og so mugu vit fáa at síggja, hvør fíggjarpolitikkurin verður framyvir, staðfestir Kaj Leo Johannesen.
Málsøkini
Spurdur, hvørt Sambandsflokkurin hevur nøkur málsøki, han nfer at leggja seg eftir, svarar Kaj Leo Johannesen, at hann vil ikki fara at seta nøvn á nakran landsstýrismann enn, men sigur, at Sambandsflokkurin hevur fleiri kompetent fólk, sum eru til reiðar at taka við.
- Men enn er alt opið. Fyrst royna vit við ABC, og so mugu vit fáa at síggja, hvussu langt tað ber. Men hvat er í framtíðini, er ringt at siga, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum at enda.










