Taka uppgávuna í álvara

Landsdystur


Væl vaksnir eru teir í øllum førum. Rumensku landsliðsleikararnir, sum fríggjakvøldið og sunnudagin skulu royna seg móti okkara útvaldu landsliðsleikarum.

Hósmorgunin hevði rumenska landsliðið eina heldur lætta venjing, har tað mest av øllum var líkt til, at teir vildu rysta ferðamøðina av sær, og kanska fáa rørt kropparnir nakað, áðrenn uppgávurnar rættiliga byrja.


Onga viðmerking

At teir taka uppgávurnar í álvara, tykist heldur ikki at vera nakar sum helst ivi um. Hóast talan at síggja til bert var um eina lætta stutta venjing, so høvdu hvørki venjari ella aðrir, sum vara av liðnum, stundir til at práta við okkum, meðan venjingin.

- After training, var einasta svarið, sum vit báðir, myndamaðurin fingu, tá vit royndu at fregnast eitt sindur um, hvussu teimum dámdu umstøðurnar og uppihaldið í Føroyum.

Tíverri rakk hetta út um evstamark okkara, so tað verður ikki fyrr enn í týsdagsblaðnum, at vit fáa meira at vita um rumenska liðið.

Eftir er bert at vóna, at talan verður um tveir spennandi og væl leiktar hondbóltsdystir, har føroysku leikararnir fara at prógva, at landa- og mansstødd ikki nýtist at verða avgerandi fyri, hvussu liðini bæði roynast á vøllinum.