Leingi hava føroysk skip verið útihýst úr norskum sjógvi, tí greiða ikki fæst á eini fiskiveiðuavtalu millum londini bæði. Samráðingarnar verða upp aftur tiknar í morgin Tað er makrelurin, ið liggur í buktini, men bannið rakar í løtuni bara flakatrolararnar. Teir vóru riknir úr norskum sjógvi tann. 10. januar og hetta hevur ávirkað fiskiskapin, soleiðis, at skipini ikki hava fingið tað tey plaga, hesa ársins tíð.
Fyri kortum sendu skipararnir á flakatrolarunum eitt skriv, har teir greiddu frá sínari støðu sum gíslar í einum stríðið, teir onki hava við at gera.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, váttar í morgun, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur í morgin, men hann vil ikki siga nakað um vánirnar fyri samráðingunum.










