Karmarnir kring konsertina, sum Quarter to Three hevur í Spaniastovu i kvøld, eru heldur øðrvísi, enn teir vanliga eru. Talan er nevnliga eisini um konsert, sum skal takast upp við bæði ljóði og myndum.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at endamálini við hesum eru fýra í tali: At seta fokus á bólkin, at seta fokus á Spaniastovu og at seta fokus á Klaksvík. Somuleiðis ynskja teir at lýsa umhvørvið á hesum søguliga staði. Bólkurin søkti fyrr í ár Mentunargrunnin í Klaksvík um stuðul til upptøkuna, og hesin stuðul varð játtaður.