Taka undir við píning

Meiri enn 40 prosent av amerikanarunum halda, at tað er í lagi at nýta píning, tá yvirgangsmenn verða avhoyrdir.

Tað kemur fram í einari kanning, sum stovnurin Pew Research Center hevur gjørt. Har siga 48 prosent av teimum spurdu monnunum og 36 prosent av kvinnunum, at tað er rætt at nýta píning, tá fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgang, verða avhoyrd. 53 prosent av teimum spurdu siga, at veruligur harðskapur skal bara brúkast, um tað er heilt neyðugt, men 43 prosent siga, at tað er ongantíð rætt at nýta veruligan harðskap undir avhoyringum.

Sambært Pew Research Center vísir kanningin eisini, at tað eru serliga fólk, sum ætla sær at velja George W. Bush á valinum í heyst, sum halda tað vera í lagi at nýta píning. Tey, sum ætla sær at velja John Kerry, eru yvirhøvur ímóti.