Taka toppin av rentustuðlinum til framtíðar til sethúsaeigarar

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ætlar nú at taka toppin at rentustuðlinum til sethúsaeigararnar, men hann rørir ikki tey, sum longu hava tikið lán

Jóannes Eidesgaard, landsstyrismaður, fer nú at herða reglarnar fyri at sethúsaeigarar kunnu fáa rentustuðul frá landinum.

Men hetta fer hvørki at raka teir sethúsaeigarar, sum longu hava tikið lán, enn tann stóra meirilutan av sethúsaeigarunum, sum fer at taka lán framyvir.

Í løtuni er mark fyri, hvussu nógv, sethúsaeigarar kunnu fáa í rentustuðuli.

- Hvørt hús kann í mesta lagi fáa 120.000 krónur í rentustuðuli, men ígjøgnum tíðina er hetta markið nú tambað, so tá ið talan er um eini hjún og lánið er nóg stórt, kunnu tey fáa 120.000 krónur í rentustuðuli í part, so at húsið í veruleikanum kann fáa heili 240.000 krónur í rentustuðuli, sigur Jóannes Eidesgaard.

Nú ætlar hann sær at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at tátta í, so at hvørt matrikkulnummar kann í mesta lagi fáa 120.000 krónur í rentustuðuli.

Landsstýrismaðurin ásannar, at hetta er ikki nøkur serliga stór sparing, tí tey allarflestu sethúsaeigarar liggja innanfyri hetta markið og væntandi fer hetta bara at spara landskassanum tvær milliónir í útreiðslum.

Hann leggur afturat, at hendan broytingin verður bara galdandi fyri tey, sum fara at taka lán framyvir.

Hann staðfestir eisini, at ætlanin er ikki at lækka rentustuðulin annars og hann tekur sostatt heldur ikki undir við Tjóðveldinum, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at niðurlaga rentustuðulin so líðandi til hann at enda er heilt burtur um nøkur ár.

- Verður tað sett í verk, verður tað ógvuliga tórført hjá summum sethúsaeigarum.

- Vanligi sethúaeigarin er hart fyrispentur og avmarkað vit rentustuðulin til tey, sum hava tikið lán, kunnu tey av røttum tvíhalda um, at tey hava tikið lán undir skeivum fortreytum.


Sum narkotika

Hinvegin leggur landsstýrismaðurin afturat, at í hesum árinum fer hann at seta eitt arbeiðið í verk fyri at lýsa rentustuðulin út í æsir og møguliga verða onkrar aðrar broytingar sett í verk seinni.

Hann ásannar nevniliga eisini, at rentustuðulin er ikki tann besti mátin at stuðla sethúsaeigarum.

- Rentustuðulin er sum narkotika, tí sethúsaeigararnir eru bundin av honum, men samstundis skaðar hann sethúsaeigararnar, tí hann førir til, at húsini verða dýrari

Í hesum sambandi sipar hann til, at nógv eru av teirri sannføring, at hann er ikki annað enn ein fjaldur stuðul til bankarnar, tí tað einasta, hann førir við sær, at húsini verða tað dýrari og at bankalánini verða tað størri.

- Hinvegin mugu vit eisini staðfesta, at tað er akkurát rentustuðulin sum í dag tryggjar nógvum húskjum, at tey sleppa mett í song hvørt kvøld, tí tey eru so hart fyrispent.

Tí staðfestir Jóannes Eidesgaard, at hann ætlar ikki at lækka rentustuðulin.

- Tað skulu vit vera øgiliga varin við, tí hann hevur so stóran týdning og vit mugu eisini ansa eftir at vit ikki skræða teppið undan sethúsaeigarunum, sigur hann.




Rentustuðul til húsaeigarar er sum narkotika tí tað er júst hann, sum tryggjar nógvum húskjum mat á borðið hvønn dag. Hinvegin skaðar hann eisini sethúsaeigarar, tí hann ger hvørt hús tað dýrari, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum