Um orsøkina til tapið sigur Hans Áki, at Neistin slapp ov langt undan teimum fyri steðgin.
- Eftir steðgin royna vit at trýsta teir, men vit brenna ov nógv, tá vit hava minst ráð til tað, og so hava teir eisini ein málverja, sum stendur nóg væl.
Er málið hjá tykkum so at fáa hevnd í eini FM-finalu?
- Tað er tað avgjørt. Vit vita, at vit kunnu gera tað betur, enn vit gjørdu tað í dag, og nú ræður um at vinna sær rættin til nýggjan finaludyst, sigur Hans Áki Dal-Christiansen.









