Ætlandi skuldi ein venjing annars vera nú klokkan 11 í morgun, men hendan er avlýst.
Sum siður eg, so hevur landsliðið rætt at venja á stadion, har spælast skal, í kvøld, og í nógva hitanum hevur Jógvan Martin Olsen tí valt ikki at koyra ov nógv á spælararnar í morgun.
Ístaðin hevur hópurin fingið møguleikan at fara ein lítlan túr inn í miðbýin í Beograd í morgun, har menn kunnu taka sær av løttum eina løtu, áðrenn fokus av álvara verður sett á dystin í annaðkvøld.