Taka táttin við fiskikapping uppaftur

- Vit fara nú at taka hugaliga táttin við fiskikapping uppaftur, sigur Kári Johansen.

Í sínari tíð plagdi Lions Club Tórshavn at skipa fyri fiskikappingum, men slíkar hava ikki verið í nógv ár. Nú verður so aftur skipað fyri fiskikapping við endastøð í Vágsbotni í Havn, men hesaferð er tað ikki Lions, sum stendur aftan fyri tiltakið.


- Eg haldi, at pápi mín, Karl Johansen, vann einar tríggjar slíkar kappingar, og mær kunnugt vann hann eisini hina seinastu, sum var einaferð í fyrra helmingi av nítiárunum.

 

Tað sigur Kári Johansen, sum saman við øðrum hevur tikið stig til eina fiskikapping, sum verður hildin leygardagin, 14. mai frá klokkan 08 til 17.

 

- Vit fara at selja agn og fiskireiðskap, og her verður byrjað longu klokkan 07.30 leygarmorgunin. Sum dagurin gongur, fara vit eisini at hava sølubúð í Vágsbotni, har fólk hava høvi at keypa eitt nú kaffi, te, køkur, vafflur, toast, góðgæti og drykkjuvørur.

 

Tá bátarnir, sum luttaka í fiskikappingini, eru komnir aftur at landi, og veiðan er vigað, verður eisini uppboðssøla av fiskinum í Vágsbotni. Virðislønir verða handaðar av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, í B36-húsinum hetta leygarkvøld klokkan 23.

 

Kári Johansen sigur, at ætlanin hjá teimum er, at tiltakið við fiskikappingini skal gerast afturvendandi á hvørjum ári, og tað er ungdómsdeildin hjá B36, ið stendur aftan fyri tiltakið, sum eisini fevnir um dans í B36-húsinum leygarkvøldið, 14. mai.

 

- Kappingin verður skipað soleiðis, at bátar úr øllum heraðshornum kunnu luttaka. Neyðugt er ikki, at allir bátar, sum verða við, loysa í Vágsbotni. Teir, sum loysa aðrastaðni, kunnu bara senda eina mynd og klokkutíð, tá loyst verður, antin sum sms-boð ella sum messenger, soleiðis at vit síggja, hvar báturin er, tá fráboðanin kemur.

 

Kári Johansen leggur aftrat, at allir bátar, sum verða við í kappingini, sjónliga skulu verða komnir inn um skipasmiðjubryggjuna á Vestaruvág í Havn, tá klokkan er 17 henda dagin, tá fiskikappingin verður.