Næsta leygardag, 22. juni klokkan 15, verður úttøka hjá Havnar Fimleikarfelag til kappingarlið fyri pinkur og piltar í amboðsfimleiki. Úttøkan verður í Fimi.
Pinkur eru gentur, sum eru føddar millum 1. januar í 2003 og 31. desember í 2006. Piltar eru dreingir, sum føddir eru sama tíðarskeið.
Hjá Havnar Fimleikafelag siga tey, at tey, sum ætla at royna seg, skulu melda seg til í Fimi mánadagin 17. juni klokkan 16:30.
Tað verða tvær venjingar áðrenn úttøkuna. Tann fyrra mánadagin 17. juni aftan á tilmeldingina frá klokkan 17 til 19 og tann seinna mikudagin 19. juni frá klokkan 17 til 19.
Foreldur og avvarðandi sleppa ikki at verða í sjálvari amboðshøllini undir venjing og til úttøkuna. Hetta tí, at tað órógvar børnini ov nógv, sigur? Havnar Fimleikafelag.