Taka støðu til at leggja almennar stovnar úti á bygd

Á løgtingsfundinum í dag klokkan 13:30 skal løgtingið viðgera uppskot um at leggja almennar stovnar uttan fyri Havnina.

 

Tað eru tingmenninir á Skálafjørðinum, Bill Justinussen, Kári P. Højgaard og Magnus Rasmussen, sum hava lagt uppskotið fram.

 

Løgtingið fer eisini at hava 1. viðgerð av tilráðingum frá Norðurlandaráðnum og frá Útnorðurráðnum. Eisini skal Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, svara fyrispurningi frá Honnu Jensen um førleikamenning í fremmandamáli.

 

Skráin fyri tingfundin sær soleiðis út:

 

Hósdagur, 9. Februar 2017, kl. 13:30

 

1. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 50/2016: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2016 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2016

Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

 

2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 51/2016: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2016 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2016

Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

 

3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 55/2016: Uppskot til samtyktar um almennar stovnar kring landið

Málið verður beint í Rættarnevndina

 

4. Svar nr. 12/2016: Førleikamenning í fremmandamáli

 

5. Framløga