Taka støðu út frá útgreiningunum

-Tað er ikki ein spurningur um at góðtaka fullveldi ella ikki. Tað er ein spurningur um at hava ein málsetning at arbeiða fram móti einum fullveldi og at gera tær útgreiningar, sum liggja frá verandi støðu og heilt til fullveldi, og so taka støðu út frá tí sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum ikki ætlar sær at gera viðmerkingar til seinasta uppskot javnaðarfloksins um samveldi ella sjálvstýrislóg ella nakað annað modell

Jan Müller


-Tað er ov tíðliga at fara inn í smálutir og gera viðmerkingar til ávís modell, áðrenn vit hava úrslitið av kanningunum á borðinum. Mær dámar betri hetta, at allir flokkar nú, eisini sambandsflokkurin, eru farnir at hugsa um, at tað skulu gerast broytingar og man er farin at viðgera hesar spurningarnar í flokkunum sigur Anfinn Kallsberg, tá vit spyrja hann, hvørja viðmerking hann hevur til uppskotið, sum javnaðarflokkurin er komin við.

Anfinn Kallberg heldur, at tíðin hevur tað við sær, at man hevur fingið ta neyðugu debattina í gongd um framtíðar støðu okkara. -Tað einasta eg fýlist á er, at man krevur at fáa eitt svar uppá spurningarnar, áðrenn tú hevur neyðturviligt grundarlag undir støðutakan, tí dámar mær ikki at fara inn at tosa um hetta ella hatta modellið.

-Sigur tú harvið, at tú eisini skilur javnaðarflokkin, tá hann sigur, at hann ikki vil góðkenna fullveldismodellið, áðrenn vit vita, hvat kanningarnar vísa?

-Eg meini, at tað er ikki ein spurningur um at góðtaka fullveldi. Tað er ein spurningur um at hava ein málsetning at arbeiða fram móti einum fullveldi og at gera tær útgreiningar, sum liggja frá verandi støðu og heilt til fullveldi, og so taka støðu út frá tí.

-