Klaksvíkar Sløkkilið hevur um dagarnar tikið tveir soknar dekksbátar upp, sum í longri tíð hava ligið við »fallitt-keiina«. Løgreglan var umborð í morgun og kannaði bátarnar Tveir dekksbátar, sum í longri tíð hava ligið við bryggju í Klaksvík, sukku fyri tíð síðani við kei.
Klaksvíkar Sløkkilið hevur nú tikið báðar bátarnar upp aftur, og fyrrapartin í dag var løgreglan umborð og kannaði bátarnar fyri at vita, um nakað herverk var framt. Men eingi tekin vóru um herverk.
Hildið verður, at tað eftir øllum at døma er innari báturin, Vár ? sum lekur illa ? ið hevur drigið Norðberg niður við sær.
Norðberg ? ið hevur ligið nakað út frá keiini í einar 14 dagar ? var í gjárkvøldið drigin inn móti landið aftur og bundin uttan á innara bátin aftur. Báðir bátar liggja nú so innarliga, at teir standa á botni.
Eingi tekin eru um, at Norðberg lekur, og tí verður mett mest sannlíkt, at Vár hevur drigið Norðberg niður við sær.
Av løgreglustøðini verður sagt, at talan ikki er um nakað løgreglumál.