Taka SMS-hóttan í størsta álvara

Fyrr í dag kom fram, at ein av føroysku fótbóltsdómarunum beinleiðis hóttan sendandi á fartelefon sína eftir dyst mikukvøldið. Enn er hetta ikki viðgjørt í FSF, men formaðurin í Dómaranevndini, Niklas á Líðarenda, var sera avgjørdur, tá hann í dag tosaði við Rás2 um hendingina.

- Hetta er nakað, sum vit taka heilt øgiliga seriøst og vit taka stóra frástøðu frá hesum. Snøgt sagt, so er hetta nakað, sum ikki má koma fyri í einum siviliseraðum samfelag, sigur hann.

Hvørji ráð eru til at taka hjá FSF og føroyskum fótbólti, tá slíkir trupulleikar stinga seg upp?

- Tað liggur sjálvandi ein øgiliga ábyrgd á feløgunum, sum áskoðararnir koma frá. Felagið má koma á banan, og tað mugu allir partar gera. Hetta eru dómarar, sum eru púrasta vanlig fólk, so tað ber snøgt sagt ikki til, at slíkur atburður verður góðtikin. Og vit hava jú heldur ikki ov nógvar dómarar, sum er. Sleppur slíkt at halda fram, verður tað í øllum førum sera trupult at eggja nýggjum dómarum til, sigur Niklas.

Aðrastaðni eru dømi um, at áskoðarar hava fingið dystarbann í fleiri ár. Er tað nakað, sum tit umhugsa?

- SMS-boð hava verið meira og minni vanlig, men ikki av hasum slagnum. Og tá tað kemur hartil, mugu vit tala at. Nú skal eg ikki siga her og nú hvørjar sanktiónsmøguleikar vit hava. Tað er so nakað, sum vit mugu taka upp í Fótbóltssambandinum, og tað fara vit so heilt víst at gera, sigur varaforsetin í FSF.