Taka skjótt støðu til innandura spæliland í Klaksvík

Tað skal verða eitt spæliland fyri øll - eisini børn ið bera brek

Nú verður tað skjótt, at tað verður klárt hjá Klaksvíkar Býráð at taka støðu til, um tey skulu fáa eitt innandura spæliland í býnum.

Tað er serliga Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, sum hevur arbeitt við málinum, og hann sigur, at nú er tað komið har til, at tvær fyritøkur, sum báðar eru úr Klaksvík, eru bidnar um at geva tilboð upp á at gera tað.

Tilboðini skulu vera inni nú síðst í oktober, og so fer býráðið at taka støðu til tey og tá fæst greiða á um undirtøka er fyri at gera spælilandið, ella ikki.

Væntandi verður undirtøka fyri tí, og so kann peningurin setast av á fíggjarætlanini fyri næsta ár.

Kristian Eli Zachariasen sigur, at tey hava fingið fatur á sperrunum til eina høll, sum er 900 fermetrar til støddar, sum ætlanin er at innrætta til spæliland. Og verður tað veruleiki, er ætlanin at seta høllina upp sunnan fyri Svimjihøllina.

Kristjan Eli Zachariasen hevur áður sagt við Sosialin, at talan er um eitt tiltak, sum kostar einar átta milliónir krónur tilsamans.

Eini 20 prosent av høllini skulu vera uppihaldsrúm har ætlanin eisini er at hava eina lítla kaffistovu, har fólk kunnu sita við einum kaffimunni.

Hann hevur eisini sagt við Sosialin, at hann ivast ikki í, at hetta er ein ætlan, sum fólk taka undir við.

– Av øllum málum eg havi arbeitt við, havi eg ongantíð vitað, at fólk hava verið so áhugað fyri einum máli, sum hesum, segði hann.

Kristjan Eli Zachariasen leggur stóran dent á, at spælilandið skal vera fyri øll, og sostatt skal tað eisini verða lætt atkomuligt hjá børnum og fólki við rørslutarni.

Tískil verður lyft í høllini, eins og hugsast skal um børn við rørslutarni, tá ið leikur og útgerð verður útvegað til spælilandið.

Støðan í býráðnum hevur verið tann, at tað er at kalla bara meirilutin í býráðnum, sum er vil fara undir spælilandið nú, tí tey flestu í minnilutanum vil bíða við tí.

Tey mæla heldur til, at peningurin, spælilandið kostar, ístaðin verður brúktur til at gera onnur arbeiði hjá kommununi liðug og til at gera ábøtur, har tað treingir til.

Tó hevur ein býráðslimur í minnilutanum, Atli Justinussen úr Fólkaflokkinum, boðað frá, at hann tekur undir við spælilandinum.

Nýggja spælilandið verður mitt í býnum, og tekningin vísir, hvussu tað fer at síggja út. Spælilandið er bygningurin í miðjuni, fýrakantaði bygningurin høgrumegin, er Tekniski Skúli og vinstrumegin er svimjihøllin - og framman fyri er rennibreytin, sum nú verður gjørd