Undirsjóvartunlar:
Tað verður í næstu framtíð, at samgongan fer at taka avgerð um, hvussu verður vorðið við ætlanini at gera undirsjóvartunnil í Eysturoy.
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum hevur upplýst fyri Løgtinginum, at fleiri møguleikar eru, men hon vil ikki útgreina teir, fyrrenn ein avgerð er tikin.
Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er, at taka Eysturoyartunnilin frá teimum privatu afturfyri eitt endurgjald, sum heldur tey skaðaleys og at leggja hann í eitt alment partafelag fyri at brúka avlopið til at fíggja aðrar verkætlanir við, eitt nú Sandoyartunnilin.
Men øll eru ikki samd í hesum, tí tey halda, at tað er órættvíst, at eysturoyingar og norðoyingar skulu betala fyri Sandoyartunnilin.
Hinvegin halda onnur, at vit búgva í einum samhadsføstum samfelag, har øll eru felags um útreiðslurnar.
Tað er eisini nevnt, at skal eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin, er tað at bróta eina gamla grundreglu um, at tað er tað almenna, sum stendur fyri øllum samferðsluútbyggingum.
Og Bjørt Samuelsen vísir eisini á, at hóast tað privata felagið skal gera tunnilin, verður tað almenna nógv við í henni kortini, tí Landsverk skal góðkenna alt, sum hevur við trygdina at gera.
- Samstundis er talan um tveir av longstu undirsjóvartunlum í heiminum og sostatt finnast ongi krøv um, hvussu trygdin skal skipast í tunlum, sum eru so langir, so tað almenn fær ein stóran leiklut undir øllum umstøðum.
Karsten Hansen, landsstýrismaður fíggjarmálum vil ongar viðmerkingar gera, tí nú skal samgongan gjøgnumganga tær útbyggingar, sum skulu gerast og so skulu tær raðfestast. Tí heldur hann, at tað er skeivt at siga nakað frammanundan um kravið frá sandoyartingmanninum.