Í dag hevur samband ikki verið millum partarnar.
Tað var í gjár, at kynkur kom í samráðingarnar. Sum skilst, so var tað býtið av landsstýrissessum og kanska eisini, hvør skal eiga løgmann, sum partarnir ikki komu ásamt um.
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, hevur frá løgtingsformanninum fingið freist til í morgin fyrrapart at koma við boðum um, hvørt hann metir tað vera sannlíkt, at Sambandflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin semjast, og fara í samgongu.
At flokkarnir hittast í kvøld er helst tekin um, at Bárður á Steig Nielsen vil hava eina loysn, innan freist hansara er úti, og hann skal aftur til løgtigsformannin klokkan hálvgum tíggju í morgin.