Seinnu árini hava tey í Stóru Dímun tikið nakrar lírar, tá vertíðin er, men her verður bara tikið til húsbrúks. Soleiðis hevur eisini verið í líratíðini í heyst.
Líradagur er 26. august. Tá plagdu teir gomlu at draga líra, har skrápur reiðrast. Vanligt er at ganga á kvøldi við lykt einar 14-16 dagar eftir líradag.
Tá kann roknast við, at lírin er so mikið búgvin, at hann kemur út úr djúpu holu síni í kvøldarmyrkrinum. Fer lírin ikki á flog, fer hann inn aftur í holu sína, tá kvøldið líður.
Jógvan Jón Petersen í Stóru Dímun sigur, at tey plaga at taka einar 120 lírar til húsbrúks, og tað hava tey eisini gjørt í heyst, tá tey vóru í bakkanum millum 10. og 14. september.
Hann sigur, at tað stóð ikki á at fáa teir 120 lírarnar í ár, sum tey høvdu ætlað sær til húsbrúks. - Hetta er tað, vit vildu taka, og nokk er nokk, sum hann tekur til.
Í Stóru Dímun halda tey, at talið av skrápi, sum reiðrast í Stóru Dímun, er vaksið seinnu árini. Skrápur er gamli fuglurin, og lírin er ungin, sum flestu munnu vita.
- Tá eg hugsi um seinastu átta árini, haldi eg, at skrápurin, sum byggir sær reiður her hjá okkum, er mentur í tali, og tað er gleðiligt, heldur Jógvan Jón Petersen fyri.
Hann leggur aftrat, at skrápur og lundi reiðrast í sama lendi, dygst við bakkatromina, og ein líratúrur á kvøldi við lykt - við lagaligari gongd - tekur einar tveir tímar tilsamans.