Taka pínutablett annan hvønn dag

Tøl hjá danska apotekarafelagnum vísa, at danie taka í meðal 175 pínutablettir um árið ella eina annan hvønn dag. Á Statens Institut for Folkesundhed siga tey, at fólk, sum eru strongd, brúka fleiri pínutablettir, og at nógv 25 til 44 ára gomul taka pínutablettir sum fyribyrgjandi fyri at sleppa undan av fáa høvuðpínu ella magapínu.

At doyva trupulleikarnar í gerandisdegnum við pínutablettum lekir ikki orsøkina til eitt nú høvuðpínu. Peter la Cour, lektari á Syddansk Universitet, sigur við blaðið Information, at høvuðpínutablettir viðgera ikki orsøkina til, at fólk hava ilt í høvdinum.

-Men kunnu tablettirnar doyva pínuna, velja vit ta loysnina, tí vit vilja ikki góðtaka, at vit hava ilt, sigur hann.