Taka olju upp

Seinnapartin mikudagin kom útgerð til Vágs og farið varð undir at taka oljuna upp, ið var farin á sjógv. Brimil kom eisini til hjálpar

Seinnapartin mikudagin kom útgerð til Vágs, so farast kundi undir at taka oljuna upp, sum var farin á sjógv.
Brimil kom løtu seinni eisini inn á Vágsfjørð og hósdagin fyrrapart lá Brimil enn á Vági.
Tað var mikudagin, at menn varnaðust leka á einum av oljutangunum á Oyrunum í Vági. Talan er um størra tangan, men sum skilst fekst tamarhald á støðuni rættiliga skjótt og talan kundi verið um eina størri dálking, men tað eydnaðist at fyribyrgja, at støðan av álvara gjørdist hættislig.