Taka nýggja terminalin í nýtslu týsdagin

Nú verða bert nøkur fá flogfør afturat avgreidd í gamla terminalinum í Vága Floghavn

Nú verða bert nøkur fá flogfør afturat avgreidd í gamla terminalinum í Vága Floghavn. Tí tá fyrsta flogfarið fer úr Vágum klokkan 8:15 týsmorgunin, verða ferðafólkini avgreidd gjøgnum nýggja terminalin, og so er tann gamli terminalurin søga.

 

Serligur hátíðardagur verður á flogvøllinum týsdagin.

 

– Vit lata upp týsmorgunin klokkan 7.00, og tey sum fara við flogfarinum til Keypmannahavnar kokkan 8.15 verða tey fyrstu ferðandi gjøgnum nýggja terminalin, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

– Ferðafólkini fáa okkurt serligt í samband við dagin, og tey fáa øll morgunmat frá Vága Floghavn, sigur hann.

 

Serligt tiltak verður, tá flogfarið úr Danmark kemur klokkan 13:45. Har fer Jóhan Dahl at klippa snórin, og hann og Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, fara at halda røðu.

 

– Frá klokkan 14.30 til 16.30 er alment opið fyri øllum, har vit fara at vísa fram nýggju farstøðina og tænastubygningin. Okkurt gott verður til øll - og serliga børnini, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Klokkan 19.00 verður veitsla fyri innbodnum í nýggju og gomlu farstøðini.

 

10 komur frá sjey ymsum býum og 9 fráferðir til fimm ymsar býir, eru eftir at avgreiða í gamla terminalinum, áðrenn tann nýggi verður tikin í nýtslu týsmorgunin klokkan sjey:

 

15 JUN   11:55       STOCKHOLM   RC7361  

15 JUN   15:45       BARCELONA   RC491  

15 JUN   21:40       COPENHAGEN   RC459  

15 JUN   22:55       COPENHAGEN   RC461  

16 JUN   08:45       GØTEBORG   TF1245  

16 JUN   12:30       LONDON   RC411  

16 JUN   13:50       COPENHAGEN   RC453  

16 JUN   14:20       BILLUND   RC471  

16 JUN   17:15       KEFLAVIK   RC402  

16 JUN   20:20       COPENHAGEN   RC459

 

15 JUN    12:30         COPENHAGEN    RC9362    

15 JUN    12:30         COPENHAGEN    RC452    

15 JUN    16:35         COPENHAGEN    RC456    

16 JUN    07:00         LONDON    RC410    

16 JUN    08:15         COPENHAGEN    RC450    

16 JUN    09:30         BILLUND    RC470    

16 JUN    13:15         KEFLAVIK    RC401    

16 JUN    14:45         COPENHAGEN    RC456    

16 JUN    18:00         STAVANGER    RC430