- Hesir fantastisku karmarnir geva okkum nógv fleiri og aðrar møguleikar, enn vit áður hava havt.
Tað sigur Bernhard H. Petersen, soldátur í Frelsunar Herinum í Havn, nú nýggi bygningurin verður tikin í brúk í kvøld.
- Vit hava ikki gjørt hesa umbyggingina, tí vit uppliva stóran vøkstur av fólki. Trupulleikin var, at standurin á gamla bygninginum var alt annað enn góður, tí har lak, vindeyguni skuldu skiftast og so framvegis. Vit mettu so, at tað loysti seg vetur at gera hesa umfatandi umbyggingina, greiðir Bernhard H. Petersen frá.
Í nýggja bygninginum er eitt nú ein stórur salur við góðum ljóðannleggi, ein ungdómssalur og ein industrikøkur.
- Eitt nú gevur køkurin okkum møguleika at gera meira við sosialt arbeiði, tí tað er nakað, vit altíð hava havt ein dreym um at gera. Og annars so eru umstøðurnar í hesum húsinum nú so mikið góðar, at vit eiga avgjørt at útnytta tað og hava ymiskt tiltøk inni í bygninginum, sigur Bernhard H. Petersen.
Hátíðarhaldið í Frelsunar Herinum byrjar klokkan 18.00 í kvøld.
Hoyr Bernard H. Petersen greiða frá nýggja bygninginum við at trýsta á pílin undir myndini.
Síggið fleiri myndir úr myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER









