Skal grind vera handilsvøra, ella ikki?
Tað er ein spurningurin, sum rættiligt kjak hevur verið um seinastu dagarnar.
Tað var navnframi kokkurin, Gutti Winther, sum reisti spurningin á aðalfundinum hjá grindamannafelagnum beint fyri páskir.Hann sóknaðist eftir, at felagið tók støðu til spurningin. Hann vísir á, at tað er ein andsøgn í tí, at grind er til sølu í handlum, samstundis sum at vit altíð fortelja útlendingum, at grind er ikki handilsvøra.
Tá ið vit skulu verja grindadráp fyri útlendingum, vísa vit altíð á, at grind er ikki handilsvøra og nettupp tað er við til at gera grindadráp til nakað heilt serligt.
- Eg haldi, at føroyingar eiga at gera upp við seg sjálvar um grind skal vera handilsvøra, ella ikki, staðfesti hann.
Hann segði, at tað ringt at sannføra útlendingar um, at grind er ikki handilsvøra, samstundis sum at teir við sínum egnu eygum síggja, at grind er til sølu í kølidiskum í handlunum.
Les eisini: Skal grind seljast i handlum ella ikki?
Ólavur Sjúrðarberg sigur, at hetta er ein spurningur, Grindamannafelagið nú fer at taka upp.
Hann sigur, at næsti nevndarfundur er ikki ásettur enn, men tá ið hann verður, fer spurningurim at verða tikin upp, um, hvørja støðu, felagið skal hava til, at grind er handilsvøra.
Les eisini: Einasti møguleiki hjá nógvum at fáa grind
Og hann væntar eisini, at felagið fer at koma til eina formliga niðurstøðu um spurningin.
Les eisini: So mugu vit gevast at drepa grind alt fyri eitt











