Uttanríkisráðið tekur til eftirtektar niðurstøðuna í áliti hjá Løgtingsins umboðsmanni, dagfest 2. oktobur 2009. Í niðurstøðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni verður kæran lýst á henda hátt: ?Hendan klagan snýr seg um handfaringina hjá Uttanríkisráðnum av setanini av einum deildarstjórastarvi á Løgmansskrivstovuni.
Av tí at løgmaður var ógegnigur at viðgera setanarmálið, heitti hann á varaløgmann um at leggja málið til annað aðalráð at gera av. Varaløgmaður, sum eisini er landsstýrismaður í uttanríkismálum, gjørdi av, at Uttanríkisráðið skuldi viðgera málið.
Klagað er um, at aðalstjórin í Uttanríkisráðnum var ógegnigur at viðgera málið og um málsviðgerðina annars.?
Sostatt inniheldur kæran tvey høvuðskæruevni, har ið hitt fyrra viðvíkur spurninginum um gegni aðalstjórans, og hitt seinna viðvíkur málsviðgerðini annars.
Í niðurstøðu síni staðfestir umboðsmaðurin í mun til fyrra kæruevni, at eingin gegnistrupulleiki hevur verið hjá aðalstjóranum í hesum máli. Í mun til seinna kæruevni, hevur umboðsmaðurin sett fram atfinningar knýttar at fylgjandi viðurskiftum:
- At grundarlagið undir tilmælinum hjá setanarnevndini var ófullfíggjað.
- At ikki hevur verið nóg væl grundgivið yvirfyri kæraranum, hví viðkomandi ikki fekk starvið.
- Ófullfíggjað skráseting av skjølum.
Uttanríkisráðið tekur átaluna í sambandi við omanfyrinevndu umsitingarligu viðurskifti til eftirtektar, og fer frameftir at tryggja sær, at tílík viðurskifti verða handfarin á tryggan og nøktandi hátt, sigur Uttanríkisráðið í skrivi.