Norsku partafeløgini fara ætlandi at rinda sínum partaeigarum einar 25 milliardir krónur í vinningsbýti í ár, og tað er met.
Tað sæst í einari útrokning, sum blaðið Aftenposten hevur gjørt eftir tilmælunum frá nevndunum í teimum einstøku partafeløgunum. Sambært blaðnum rindaðu norsku partafeløgini sínum eigarum einar 11 milliardir krónur í vinningsbýti í 2000 og í 2001, meðan talið lá um 17 milliardir krónur í 2002 og í fjør.
Búskaparfrøðingar, sum blaðið hevur tosað við, siga, at tað metstóra vinningsbýtið fer væntandi at gera, at partabrævavirðið fer at hækka út ímóti sumri, tí nógvir partaeigarar velja at nýta pengarnar til at keypa sær partabrøv í sínum egnu feløgum.










