Taka ímóti tilmeldingum fram til klokkan 18

(SportBoxin) Ann Thomsen og Bjørg Nielsen frá Bragdinum vitjaðu SportBoxina til eitt prát um Tórshavn Marathon og Heilsurenningina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í fyrra tímanum av sendingini "SportBoxin" á Rás2 fyrrapartin, har prátað var við Ann Thomsen og Bjørg Nielsen frá Bragdinum.

 

Prátið snúði seg um Tórshavn Marathon, sum er í morgin. Samstundis er eisini hálvt marathon og heilsurenning.

 

Ann Thomsen og Bjørg Nielsen greiddu frá hvussu renniteinarnir eru skipaðir, og hvussu ferðslan verður skipað samband við Tórshavn Marathon. 

 

Tað verður tikið ímóti tilmeldingum til bæði marathon, hálvt marathon og heilsurenningina fram til klokkan 18. Tilmeldingin fer fram á torginum á SMS.