Taka móti 5.000 tonsum av svartkjafti

Nógv virksemi er á havnarlagnum í Fuglafirði í dag, har Havsbrún væntandi tekur móti umleið 5.000 tonsum av svartkjafti.


Talan er um tvey skip, ið, sambært heimasíðuni hjá Havsbrún, skulu landa til virkið í dag. Fyrra skipið er Fagraberg, ið reiðaríið Framherji eigur, og hevur heimstað í Fuglafirði. Fagbraberg kemur inn á Fuglafjørð við eini last á umleið 3.000 tons av svartkjafti.


Tá Fagraberg er tømdur, kemur eitt av nýggjastu skipunum í føroyska flotanum, Norðingur, at landa. Teir hava umleið 2.000 tons av svartkjafti umborð.