Rólant Waag Dam
Í SEV eru tey øll skelkað av tilburðinum, sum mundi kostað sjey monnum lívið í farnu viku. Av somu orsøk verður hendingin nú vend og kannað á øllum frontum.
- Vit taka hetta í djúpasta álvara og eru sera kedd um, at menn kunnu koma so illa fyri. Samstundis fegnast vit um, at tað tíbetur ikki fær álvarsligar fylgir fyri teir, sum vóru partur av óhappinum. Men tað er púra greitt, at vit skulu læra av hesum, fortelur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus.
Skal ikki koma fyri
Hákun Djurhuus upplýsir somuleiðis, at málið nú verður kannað og vent, soleiðis at allir smálutir kring hendingina koma undan kavi. Arbeiðseftirlitið hevur fingið eina frágreiðing og innanveggja í SEV er ein sonevnd TryPod kanning sett í verk, sum skal kortleggja hvat er hent.
- Vit skulu hava staðfest, hvørjar mannagongdir eru fylgdar og hvørjar ikki eru. Men henda kanningin er ikki liðug enn og tí fái eg illa úttalað meg ítøkiliga um smálutir í málinum, vísir Hákun Djurhuus á.
Stjórin í SEV hevur sjálvur tosað við menninar, sum vóru partur av óhappinum.
- Tíbetur staðfestir frágreiðingin frá Pál Weihe, at líkt er til, at teir ikki fáa varðandi mein. Men vit hava bjóðað teimum sálarliga hjálp, tí teir hava havt eina uppliving, har teir hava verið deyðanum nær. Og eg havi eisini mælt teimum til at taka av hesum tilboðnum, sigur Hákun Djurhuus, sum aftur og aftur ger greitt, at tey taka málið í størsta álvara í SEV.
- Slíkt skal ikki koma fyri. Tíbetur spældi tað væl av, men nú gera vit alt fyri, at slíkt ikki kann endurtaka seg, sigur Hákun Djurhuus sum eisini upplýsir, at nevndin í SEV er kunnað um málið.
---
Greinaheitið:
KROPSLIG OG SÁLARLIG HJÁLP
---
Citat:
- Tíbetur staðfestir frágreiðingin frá Pál Weihe, at líkt er til, at teir ikki fáa varðandi mein. Men vit hava bjóðað teimum sálarliga hjálp, tí teir hava havt eina uppliving, har teir hava verið deyðanum nær