Russiska tíðindastovan Interfax skrivar, at meiri enn 500 russiskir hermenn hava tikið lívið av sær ella eru deyðir av vanlukkum í ár. Tað merkir, at herurin missir fleiri hermenn av sjálvmorði og vanlukkum enn í bardaga.
Sergei Ivanov, verjumálaráðharri hevur sambært Interfax sagt, at meiri enn 900 russiskir hermenn eru deyðir higartil í ár. 423 eru deyðir í tænastu, men 509 doyðu fyri egnari hond ella av vanlukku. Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch skrivaði í einari frágreiðing í oktober, at ungir hermenn verða so illa viðfarnir í herinum, at nógvir velja at taka lívið av sær, og fleiri túsund aðrir flýggja úr legunum.
Sergei Ivanov avsannaði tað, sum stóð i frágreiðingini, men sambært Interfax hevur hann nú biðið herleiðsluna síggja til, at broyting kemur í.









