Taka lán í bestu tíðum

Nú kom borgarstjórin við einum lestri um meirinntøkurnar hjá kommununi. Faktum er, at tær 72 milliónirnar, sum kommunan fekk meir enn væntað í skattainntøkum í fjør, hevur býráðið við borgarstjóranum á odda játtað til eina rúgvu av størri og smærri projektum, so her er ikki meir at gera gott við. 

Tessvegna tala samgongulimir í býráðnum, serliga forkvinnan í mentamálanevndini, í ramasta álvara um at fíggja upp i helvtina av tí nýggja Skúlanum á Fløtum við lánum. Mín boðskapur hevur ikki verið annar enn tann, at høvdu meirinntøkurnar verið markaðar til skúlan, so var ikki neyðugt at taka alt tað lán, sum útlit nú eru til. 

Orsøkin til prátið um lántøku er, at nýggi skúlin verður mettur at fara við so mikið stórum parti av íløgunum hjá kommununi komandi árini, at lítið verður eftir til onnur projekt, sum hava ligið á láni leingi. Hevði kommunan hinvegin havt dugað sær hógv við meirinntøkunum, so høvdu ongi projekt komið í vanda. 

PS: Tað eru fólk í breiða meirilutanum, sum himprast at skuldarbinda kommununa, nú vit eru í bestu inntøkutíðum nakrantíð. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer. Áðrenn sjálv byggingin byrjar, skal greiða vera fingin á, hvussu fíggjað verður.