SEV hevur sent umsókn til Sjóvar kommunu um loyvi at taka áir á Selatrað til útbygging av vatnorkuni.
Í hesum sambandi verður fundur í skótadeplinum á Selatrað hóskvøldið klokkan 19, har fólkið á staðnum fær høvið at hoyra meiri um hetta og siga sína hugsan.
Skráin fyri fundin er í fýra pørtum: Fyrst verður boðið vælkomið og síðani verður kunning frá Sjóvar kommunu, sum Selatrað er partur av.
Seinast á skránni er ein framløga av prosjektinum frá SEV og aftaná tað verður orðaskifti, sigur Sjóvar kommunu í eini fráboðan til ætlaða fundin.









