- Politiska skipanin og aðrir sektorar í samfelagnum taka heilt vist ikki veðurlagsbroytingarnar í nóg stóran álvara.
Tað er greiða niðurstøðan hjá Ragnheiður Bogadóttir Hansen, nevndarlimi hjá Føroya Náttúruverndarfelag, í samrøðu við Mortan Østerø í tíðindasendingini hjá Rás2.
Ragnheiða Bogadóttir Hansen vísir á, at í samband við løgtingsvalið, so ger Føroya Náttúruverndarfelag eina roynd, at fáa greiðu á hvørjar hugsanir valevnini hava til umhvørvismál.
- Vit hava sent øllum flokkum nakrar spurningar, sum tey vónandi senda út til øll valevnini, soleiðis at øll valevnini, í hvussu so er, hava møguleika at svara uppá nakrar spurningar, sum kann vísa veljaranum hvar tey standa í mun til umhvørvið og ávís umhvørvismál.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir høvuðsmyndina.