Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við at kærunevndin fyri Arbeiðsloysisskipanina, verður avtikin. Tað ger felagið greitt í eini viðmerking til ætlanina hjá Landsstýrinum at broyta Kærustovnin. Í hesum sambadi er ætlanin at niðurleggja heilar ellivu kærunevndir og at leggja alt saman í ein felag stovn.
Ein av hesum kærunevndum er kærunevndin fyri Als og Arbeiðsgevarafelagið tekur ikki undir við, at hon verður avtikin. Tey halda nevniliga, at tað hevur stóran týdning, at ein slík kærunevnd er mannað við skikkaðum fólkum, sum hava góðan kunnuleika til sáttmálaviðurskifti.
– Arbeiðsloysisskipanin er ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum varða av. Tað hevur tí stóran týdning, at kærunevndarlimir eins og stýrið fyri ALS, hava gott innlit í arbeiðsmarknaðin, sáttmálar og lóggávu, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Tí halda tey, at tað er sjálvsagt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru umboðaðir í hesi kærunevndini og tí eigur hon at halda fram sum nú. Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at ætlanin hjá landsstýrinum avdúkar, landsstýrið hevur ikki virt, at ALS er ein skipan hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Sum heild halda arbeiðsgevarar, at vit eiga at hava eina skipan, sum hóskar til føroysk viðurskifti Tað er ikki vist, at núverandi skipan, sum er gjørt eftir skipanini í Danmark, riggar á øllum økjum í Føroyum.
Uppskotið leggur upp fyri, at tað eru ávís økið, har fakkunleikin hevur so stóran týdning, at tað er neyðugt við fakligari umboðan í nevndini, eitt nú innan økini barnavernd og psykiatri. Sama forstáilsi er tó ikki fyri yrkisfakligari umboðan innan øki, sum nerta við arbeiðsrættin, siga Arbeiðsgevararnir.