Taka ikki neyðina í álvara

Bretski hjálparfelagsskapurin Oxfam skuldsetir stjórnirnar í fleiri evropeiskum londum fyri líkasælu, tá tað snýr seg um vanlukkuna í eystara parti av Afrika, har áhaldandi turkur hevur rikið milliónir frá húsi og heimi og kann fara at kosta mong túsund mannalív. Oxfam metir, at tørvur er á einari milliard dollarum fyri at forða einari veruligari vanlukku, men higartil eru bara 200 milliónir krónur fingnar til vega.

Oxfam rósar bretsku stjórnini fyri tann stuðul, sum Bretland hevur latið, og at stjórnin í London hevur lovað at lata meiri. Men felagsskapurin undrast á, at onnur lond í Evropa eru so trek at koma við hjálp. Eitt nú hevur Frakland lovað at hjálpa, men enn er einki komið haðani, og Italia og Danmark hava bara gjørt tað mest neyðuga, sigur Oxfam.

ST hevur mett, at turkurin ávirkar gerandisdagin hjá meiri enn 10 milliónum fólkum í londunum við Afrikanska Hornið.