Fyrrverandi grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Finn Karlsen vil vera við, at tey stóru reiðaríini taka føroyingar fram um grønlendingar, tá tey manna síni skip. Finn Karlsen kom við skuldsetingini undir einum orðaskifti í Landstinginum. Hann segði, at teir stóru arbeiðsgevararnir í fiskivinnuni sum eitt nú reiðaríið Polar Seafood taka føroyingar fram um grønlendingar.
Men sambært Polar Seafood er púrt einki hald í orðum hansara.
-Vit taka ikki føroyingar fram um grønlendingar, sigur Jens Kleist hjá Polar Seafood við blaðið Sermitsiaq. Hann sigur, at reiðaríið heldur grønlendsku manningarreglurnar, sum hava verið í gildi síðani 1993.