Hesar síðstu dagarnar, helst leygardagin, komu rættiliga nógv fólk illa fyri í bilum ímillum bygdir.
Nógv ferðsla var í gjár við tað, at tað var ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar og samstundis vóru nógv ítróttartiltøk ymsastaðni.
Koyrilíkindini vóru av teimum heilt ringu og løgreglan sigur, at rættiliga nógvir bilar stóðu fastir ymsastaðni
Eitt skifti stóðu yvir 20 bilar fastir á vegnum til Norðskálatunnilin og somuleiðis stóðu eisini fleiri bilar fastir á Vestmannavegnum og enntá vóru bilar farnir eftir oyggjarvegnum, har teir rendur seg fastar.
Løgreglan sigur, at ein orsøk til støðuna er, at tað varð ófantaligari at koyra enn væntað.
Tað kavaði illa, men so fór at regna og tað elvdi til rættiliga nógvan krapa. Maskinurnar hjá Landsverki hildu ikki tørn at grava og sostatt rendu bilarnir seg fastar, sigur løgreglan.
Løgreglan sigur, at bjargingarfeløg og Landsverk brúktu nógva tíð upp á at hjálpa bilum leysum aftur og øll fólkini vórðu bjargað í øllum góðum.
Men Løgreglan sigur, at tað er eisini ein trupulleiki, at summi fólk taka ikki ávaringar um koyrilíkindi í álvara.
Í gjár varð gjørt nógv burtur úr at ávara um vánalig koyrilíkindi, men kortini fóru fólk í bil.
Serliga heldur løgreglan, at tað var næstan óðamannaverk at fara á oyggjavegin undir slíkum umstøðum sum vóru í gjár, tí Oyggjarvegurin verður lítið brúktur sum heild og har kann vera langt ímillum gravimaskinurnar hjá Landsverki.
Men ein orsøk til nógvur ferðsluna var, at fólk løgdu nógv fyri at sleppa til tey umsum ítróttartiltøkini, antin sum áskoðarar, ella sum luttakarar, ella við luttakarum, kanska børnum.
Tá ið koyrilíkindini eru so vánalig, heldur løgreglan, at tað kundi verið eitt hugskot, at tey sum fyrireika ítróttartiltøk, og onnur tiltøk, útsetta dystir og tiltøk í góðari tíð, fyri at sleppa fólki undan trýstinum at skula taka støðu til, um tey skulu halda á fjøllini í slíkum veðri.
Tað er ikki loyvt at koyra við summardekkum um veturin, tá ið vandi er fyri hálku, men løgreglan sigur, at tað hevur ikki endiliga verið trupulleikin í hesum føri.
Men løgreglan minnir á, at mynstrið á vetrardekkum skal vera minst tríggjar millimetrar.
Er mynstrið minni enn tríggjar millimetrar, verða dekkini altíð mett sum summardekk, hóast tey á pappírinum eita vetrardekk.
Mynstrið á summardekkum skal vera minst 1,6 millimetrar.
Og tað eru bilførarar, sum koyra við vetrardekkum, men sum lata seg lumpað, tí mynstrið er minni enn tríggjar millimetrar. |