Myndugleikarnir í enska býnum Soham hava gjørt av, at húsini, sum Ian Huntley myrdi tær báðar smágenturnar Jessicu Chapman og Holly Wells í í august í 2002, skulu takast niður. Eini hús, sum drápsmaðurin fjaldi klæðini hjá teimum báðum gentunum í, skulu eisini takast niður.
Ian Huntley arbeiddi í skúlanum, sum tær báðar genturnar gingu í. Hann búði saman við unnustu síni Maxime Carr, sum var hjálparlærari í flokkinum hjá teimum báðum gentunum. Í august í 2002 burturflutti hann genturnar, og seinni vórðu tær funnar myrdar.
Tann 17. desember í fjør varð Ian Huntley dømdur tvær ferðir lívlangt fongsul fyri morðini. Húsini, sum hann búði í, eru gyrd inni, soleiðis at skúlabørn, sum ganga fram við teimum, skulu ikki síggja tey.









