Taka hópin út í dag

Tað verður ikki fyrr enn í evstu løtu, at Karel Brückner, landsliðsvenjari hjá Eysturríki, tekur út hópin, sum skal til Føroya at dystast.

Tað er tó einki at ivast í, at tey í Eysturríki síggja dystin sum ein møguleika at lyfta landið upp í toppin í okkara undankappingarbólki, eftir at Eysturríki higar til hevur vunnið stær trý stig í tveimum dystum.

Eysturríkska landsliðið hevur ongan tíð áður spælt í Føroyum, men tað hevur Karel Brückner tó verið. Hann var nevnliga landsliðsvenjari, tá Kekkia í 1997 vann 1-0 móti Føroyum á Svangaskarði. Málið ta ferðina var hitt tiltikna, tá føroyingar bíðaðu eftir at fáa bóltin aftur frá Patrick Berger, men heldur enn at virða Fair-Play regluna, byrjaði hesin ístaðin álop, sum endaði við, at Vladimir Smicer kundi skjóta einsamalla málið í dystinum. Og so kann leggjast afturat, at hetta var tað nærmasta, sum Kekkia kom einum stigamissi hesa undankappingina, har teir vunnu bólkin við fullum stigatali. Hetta gjørdi veruleiki, tá teir í seinasta dystinum vunnu 2-0 móti Føroyum, og heldur ikki ta ferðina hendi tað uttan rok. Partvíst tí ein framúr væl upplagdur Todi Jónsson støðugt bjóðaði allari kekkisku verjuni av, og partvíst tí tvídystur millum Pól Thorsteinsson og Patrick Berger endaði við, at báðir spælararnir fingu reytt kort.