Taka gamalt hús niður

Vestmanna: Í gomlum døgum, tá einasti vegur vestur í Vágar var umvegis Sam, var ein av ferðsluforðingunum smali vegurin gjøgnum niðara veg í bygdini.

Nú er ferðslan minkað munandi, tí koyrandi er undir Vestmannasund. Men í Vestmanna kommunu tykist vera vilji til at betra um ferðsluna, og tí varð herfyri fyrsta stigið tikið í hesum máli.

Eitt av gomlu húsunum sum var í ringum standi, og sum kommunan eisini hevur keypt, varð herfyri niðurtikið, eins og myndin vísir.

(Mynd: Birgir W. Høgnesen)