Tvøroyrar Býráð hevur nú samtykt at fara undir arbeiðið at broyta byggisamtyktina soleiðis at Varðin Pelagic kann fara undir ætlanina at byggja eitt protein og lýsivirkið eystan fyri núverandi bygging.
Tað var beint fyri ársskiftið, at Varðin Pelagic søkti býráðið um loyvi at byggja eitt nýtt virkið beint eystan fyri núverandi virkið, men fyri at tað skal bera til, verður fyrst neyðugt at broyta byggisamtyktina.
Síðani hava bæði Vinnu og havnanevndin og Tekinska nevnd hjá býráðnum, mælt til at neyðugu broytingarnar verða gjørdar í byggisamtyktini. Og í gjárkvøldið samtykti eisini ein meirilutu í býráðnum, málið.
Súsanna Bertholdsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, mælti frá at nakað verður gjørt fyrr enn býráðið hevur havt fund við áhugabólkin, Livilg kor á Tvøroyri, sum hevur sett fleiri spurningar til útbyggingina. Tey halda ikki, at eitt stórt virki sum hatta, eigur ikki at vera í miðbýnum, tí tey halda, at tað fer at oyðileggja dámin í býnum. Fleiri stúra eisini fyri, at hetta verður bara byrjanin, tí gongur nýggja virkið væl, fer tørvur at vera á enn meiri útbygging.
Men tað fekk Súsann Bertholdsen ikki undirtøku fyri, tí eingin annar býráðslimur tók undir við tí.
Sostatt tók meirilutin í býráðnum undir við at fara undir at broyta byggisamtyktina. Øll atkvøddu fyri, uttan Súsanna Bertholdsen sum atkvøddi blankt.
Í hesum sambandi skal havnarøkið byggjast út, einar 100 metrar eystureftir og 8.422 fermetrar skulu fyllast út.
Hægst loyvda bygging á havnarøkinum er 11,5 metrar, men nú skal tað bera til at byggja goymslutangar og skorsteinar hægri enn tað, men tað skal kortini verða eftir at býráðið hevur góðkent tað.
Les eisini: Varðin fer nú at byggja eitt virki afturat á Tvøroyri
Les eisini: Tað fer at skapa nógv meiri arbeiði á Tvøroyri