Taka fult undir við tunlinum - hóast hann verður nógv dýrari

Nú verður tað fyrsta dagin, at Løgtingið fer at samtykkja tunnilin

Løgtingið tekur fult undir við at gera tunnil til Fámjins, hóast hann verður væl dýrari enn upprunaliga mett. Upprunaliga skuldi tunnilin kosta 169 milliónir, men nú vísa nýggjar metingar, at hann fer at kosta 207 milliónir. Og nú málið hevur verið til viðgerar í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, er greitt, at tað er framvegis full semja at gera tunnilin hóast hann kostar 38 milliónir afturat.

 

Samstundis er fíggjarnevndin eisini fullsamd um, at játta tær 38 milliónirnar afturat til endamálið so at hann tilsamans fer at kosta 207 milliónir krónur.

 

Sjálvt høvuðsarbeiðið umfatar boring og spreinging, og at tryggja tunnilin. Harumframt umfatar tað eisini vegagerðina, arbeiðið at gera tunnilsmunnarnar og at rigga byggiplássið til og at rigga av aftur.

 

Upprunaliga varð tað mett at kosta 123,9 milliónir, men tá ið tilboðini komu inn í desember, átti J & K Petersen lægsta boðið, og tað var uppá 155,5 milliónir. Men við smávegis tillagingum metir Landsverk, at tilboðið kemur niður á 147,7 milliónir, ella 23,8 milliónir meir enn upprunaliga mett.  

 

Restin av arbeiðnum, sum er tekniskar innleggingar, jarðarkeyp, projektering, og annað, varð mett at kosta 45,1 milliónir, men nú verður hann mettur at kosta 57,4 milliónir, ella 12,3 milliónir meiri enn upprunaliga mett. Harafturat eru tvær milliónir brúktar í fjør og tað skal eisini leggjast afturat.  

 

Verkætlanin verður tí mett at dýrka tilsamans 38 millónir krónur meiri enn í upprunaligu kostnaðarmetingini.

 

Landsverk sigur, at eitt, sum ger arbeiðið nakað væl dýrari, er, at fjallið er vánaligt at bora ígjøgnum og tískil er vágin rættiliga stórur. Samstundis eru útlit til, at prísir á tilfari og útgerð fer at hækka.

 

Landsverk sigur, harafturat, at tað er ógjørligt at siga, um núverandi meting fer at halda. Tað veldst serliga um, hvørt jarðfrøðiligu viðurskiftini verða verri ella betri enn væntað, og um hvussu prísvøksturin í byggitíðini verður. Men tey hava roynt at leggja upp fyri hesum í nýggju kostnaðarmetingini.